Erasmus+ er ein ES-samstarvsskrá, sum gevur nógvar stuðulsmøguleikar til útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótt.
Við Erasmus+ kunnu føroyingar luttaka í altjóða samstørvum, sum eru við til at styrkja førleikar og geva nýggjar upplivingar. Til ber at fáa stuðul til at fara á útbúgvingarferðir, starvsfólkaskifti, luttaka í verkstovum og skeiðum, og samstarva við fólk úr øðrum londum.
Føroyar eru ikki partur av Erasmus+ skipanini, men í nøkur ár hevur verið arbeitt við at gerast partur av hesum stóra ES-samstarvinum. Í næstum verður ein tjóðarskrivstova sett á stovn í Føroyum, sum skal umsita Erasmus+ skipanina og byggja upp samstarvið við aðrar áhugapartar, eitt nú Granskingarráðið.

