
Nordplus
Nordplus er størsta útbúgvingarstuðulsskipanin hjá Norðurlandaráðharraráðnum
Hvørt ár veitir Nordplus umleið 10 milliónir evrur í stuðli til stovnar í øllum útbúgvingargeiranum í norðurlendsku og baltisku londunum til altjóða útveksling, netverk og aðrar samstarvsverkætlanir.
Nordplus er ein norðurlendsk-baltisk stuðulsskipan, sum gevur fíggjarligan stuðul til samstarv, verkætlanir og flytføri innan útbúgving og lívlanga læru.
Skipanin fevnir um Norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar. Eisini eru baltisku londini Estland, Letland og Litava við í samstarvinum.
Hvussu riggar Nordplus?
Test
Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar
Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum
Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum
Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul
Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum Norðurlondini og altjóða
Test
Test
Test

Føroysk luttøka
Vit hava savna verkætlanir, hvussu føroyskir stovnar samstarva við norðurlendskar partar og finna nýggjar loysnir. Hesar kunnu geva tykkum hugskot til, hvussu tit kunnu fáa sum mest burturúr norðurlendska samstarvinum.
Lærandi vitjan
Ein lærandi vitjan (study visit) er ein stutt vitjan hjá skúlum ella útbúgvingarfyrisitingum í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Endamálið er at læra hvør av øðrum, fáa íblástur og kanna møguleikar fyri framtíðar samstarvi. Ein lærandi vitjan kann vera eitt gott fyrsta stig, áðrenn ein byrjar eina Nordplus-verkætlan.
Tað ber til at søkja um stuðul til Nordplus Study Visits eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 1. oktober, ella næsti arbeiðsdagur, um 1. oktober fellur á ein almennan frídag. Boð verður givið um, hvørt umsóknin hevur fingið stuðul ella ikki, í seinasta lagi 1. november.
Fyrireikandi vitjan
Ein fyrireikandi vitjan (preparatory visit) er ein stutt vitjan hjá einum møguligum samstarvsparti í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Endamálið er at fyrireika eina felags Nordplus-verkætlan, menna hugskot og leggja ætlanir fyri samstarvið. Slík vitjan kann hjálpa samstarvspørtum at kenna hvønn annan og fyrireika eina góða umsókn.
Freistir at søkja fyrireikandi vitjan (preparatory visit) er í februar og í oktober. Umsóknir, sum verða latnar inn áðrenn freistina í februar, fáa svar í mai. Umsóknir, sum verða latnar inn áðrenn freistina í oktober, fáa svar innan fáar vikur (í seinasta lagi í byrjanini av november).
Melda til Nordplus netverk í Føroyum
Ynskir tú at hoyra frá fleiri í Føroyum, sum luttaka í Nordplus verkætlaninum? melda til okkara nýggja netverk. Arbeiðið við netverkinum er undir uppbygging.
